02.04.2012 kl. 13.45
Skriva út
Fiskiveiðieftirlitið styttir avgreiðslutíðina
Frá 15. apríl 2012 kl. 0800 verða avgreiðslutíðirnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum yrkadagar soleiðis:Mánadag til hósdag kl. 08.00 til kl. 16.00
Fríggjadag kl. 08.00 til kl. 15.00
Veiðuváttanir og PSC skjøl verða bert avgreidd sama dag, um tey eru okkum í hendi, yrkadagar í seinasta lagi kl. 1500 , tó fríggjadag í seinasta lagi kl. 1400.
Eisini kunnu Veiðiváttanir og PSC skjøl avgreiðast leygardag og sunnudag millum kl. 12.00 og kl. 13.00.