09.06.2010 kl. 12.21
Skriva út
Fleiri sektaruppskot
Ja, so hendi tað aftur.Brimil var á Klaksvík í gjár, og meðan teir liggja við bryggju, fer ein kappróðrarbátur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag rógvandi fram við teimum, út eftir vágni, og alt sá út til at vera í lagi. Allir mans í bjargingarvestum.
Nakað seinni kemur báturin aftur fram við, men nú er ein onnur støða; nú var bert róðursmaðurin í bjargingarvesti. Avgjørt var tí at kanna hetta nærri.
Tað vísti seg at róðursmaðurin var í bjargingarvesti, og at restin av manningini hevði lati seg úr bjargingarvestunum og høvdu teir liggjandi í bátinum.
Tað er ikki meiningin at bjargingarvestarnir liggja í bátinum, manningin skal hava bjargingarvestin uppíá, tá teir / tær eru í bátinum.
Sambært reglunum fingu hesir so, kr. 1.000,- í sektaruppskoti hvør.