23.03.2011 kl. 23.10
Skriva út

Føroyar kunnu fiska 2557 tons av kongafiski í Irmingarhavinum í ár

Á fundi í Reykjavík í síðstu viku um kongafisk í Irmingarhavinum komu strandarlondini, ið eru Føroyar, Grønland og Ísland, saman við ES og Noreg til eina semju um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fýra árini. Russland, sum hevur luttikið í samráðingunum frammanundan, møtti ikki upp til fundin í Reykjavík og er ikki við í semjuni.

Semjan, sum nú er gjørd, ber í sær, at heildarkvotan fyri kongafiskin á djúpum sjógvi í 2011 verður 38.000 tons, harav føroysk skip kunnu fiska 2.557 tons, ið er 6,73% av heildarkvotuni. Hetta er meira enn Føroyar høvdu í gomlu avtaluni. Komandi árini verður heildarkvotan lækkað so líðandi og verður 20.000 tons í 2014. Samsvarandi vísindaligu ráðgevingini verður tað samstundis bannað at fiska av ovara stovninum.