30.01.2009 kl. 08.09
Skriva út

Føroyar luttaka á altjóða fundi, um óskipaðan fiskiskap.

Hesin fundurin er á høvuðsskrivstovuni hjá FAO í Rom.


Ein stórur partur av limalondini hjá FAO eru møtt á fundi í Rom, at tosa um, hvussu vit fáa bast óskipaðum fiskiskapi.

Serliga er tað londini í hava skipaða fiskivinnu, sum vilja hava, at tey til afturs komnu londini fáa hesi viðurskifti uppá pláss.

Málsetningurin er, at fáa gjørt eina bindandi avtalu um, hvussu londini í felag, kunnu gera reglur fyri fiskiveiðieftirlitið, og hvussu hesin óskipaði fiskiskapur verður reguleraður..



Leisturin sum arbeitt verður eftir, er nakað tann sami sum verður brúktur í NEAFC og NAFO, har sum Føroyar eru limir.

Vónandi verður hetta arbeiði liðugt í ár.



Í føroysku sendinevndini eru:

Rúna F. Guttesen

Bjørn Konoy

Meinhard Gaardlykke