29.11.2010 kl. 18.18
Skriva út

Føroyar og Grønland hava undirskriva nýggja fiskiveiði avtalu fyri 2011

Føroyar var vertur fyri samráðingunum hesaferð, sum vóru í Keypmannahavn.

Fiskimálaráðið, Fiskiveiðueftirlitið, Reiðarafelagið og umboð fyri vinnuna vóru við til fundin.

Samráðingarnar gingu væl.

Grønland átti 3600 tons av sild av føroyskari kvotu, av tí at heildar kvotan eftir sild er minka munandi, var hildið rímiligt, at parturin hjá Grønlandi átti at minka, kvotan fór niður við 600 tonsum, og er sostatt 3000 tons næsta ár.
Atgongdin hjá Grønlandi at fiska svartkjaft í føroyskum øki, minkaði eisini munandi, og fór úr 2000 tonsum niður í 217 tons.
Hetta merkti so at føroyska kvotan av svartkalva í Vestur Grønlandi fór úr 125 tonsum niður í 100 tons, og toska kvotan í Eystur Grønlandi fór úr 275 tonsum niður í 255 tons.
Hinar kvoturnar vóru óbroyttar

Aðrar smærri tillagingar í sáttmálanum vóru eisini gjørdar.