16.02.2015 kl. 09.55
Skriva út
Fólkatrygdin í vanda í nýggju farstøðini á flogvøllinum í Vágum
Brunamálsviðgerðin av góðkenningartilfarinum setir so nógvar spurningar viðvíkjandi brunatrygdini í nýggju farstøðini á flogvøllinum, at Brunaeftirlitið sær seg noytt at heita á Sørvágs Kommunu um at taka nýtsluloyvið aftur, sum kommunan lat í stríð við lógina.Brunaeftirlitið kunnaði mánadagin 9. februar Sørvágs kommunu og P/F Vága Floghavn, sum vóru umboðaði av Christian F. Andreasen, advokati, um úrslitið av brunamálsviðgerðini av farstøðini hjá Vága Floghavn. Niðurstøðan er, at trygd kann ikki veitast fyri fólkatrygdini á farstøðini um eldur kemur í.
Tískil heitti Brunaeftirlitið á Sørvágs Kommunu, sum er byggimyndugleiki, um at taka aftur nýtsluloyvið, sum Sørvágs Kommuna hevur latið Vága Floghavn. Sørvágs Kommuna gav nýtsluloyvið uttan at brunamálsviðgerðin var liðug.
Brunaeftirlitið, sum er eftirlitsmyndugleikin á økinum, hevur nú gjøgnumgingið alt tað brunatekniska skjalatilfarið í málinum, sum stjórin fyri Vága Floghavn lat eftirlitinum til góðkenningar í oktobur í fjør. Manglarnir í tilfarinum eru umfatandi.
Sørvágs Kommuna hevur ábyrgdina
Sum byggimyndugleiki hevur Sørvágs Kommuna ábyrgdina at fáa málið aftur á beint. Brunaeftirlitið hevur heitt á Sørvágs Kommunu um at taka nýtsluloyvið til bygningin aftur, so at viðurskiftini kunnu fáast í rættlag. Brunaeftirlitið hevur kunnað Sørvágs Kommunu um, at farstøðin kann møguliga vera opin undir herdum eftirliti, meðan málið verður endaliga viðgjørt og farstøðin kann verða góðkend.
Um nýtsloyvið, sum varð givið í stríð við kunngerð um kommunala byggimálsviðgerð, ikki verður tikið aftur, hevur Brunaeftirlitið ikki aðrar møguleikar at eftirkanna, um tey byggiligu krøvini viðvíkjandi brunatrygd, sum vóru sett sambært krøvum frá Brunaeftirlitinum í byggiloyvinum frá Sørvágs Kommunu, eru lokin. Tá kann vissa ikki veitast fyri trygdini hjá almenningi, starvsfólki og teimum, sum skulu koma til hjálpar, um eldur kemur í.
Handfaringin hjá Sørvágs Kommunu av málinum ger, at Brunaeftirlitið fær ikki gjørt sína skyldu og tískil vil Brunaeftirlitið við hesum gera alment vart við støðuna.
Vinnumálaráðið, sum varðar av almenna partafelagnum P/F Vága Floghavn, er kunnað um støðuna. Samsvarandi kunning er send Fiskimálaráðnum og Kommunala Eftirlitinum.
Úrslitið av brunamálsviðgerini er viðlagt til almenna kunning.
Vinarliga
Emil Simonsen
deildarleiðari, Brunaeftirlitið