04.10.2013 kl. 13.43
Skriva út

Fráboðan til landingarstøð og fiskifør um fráboðanarskyldu

Tórshavn tann 4. oktobur 2013


Fiskiveiðieftirlitið staðfestir, at ein stór nøgd av landingum í 2013 ikki eru fráboðaðar ásamt kunngerð nr. 67 frá 16. Mai 2012 um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Fiskiveiðieftirlitið skal boða frá, at støðan ikki kann góðtakast og má fáast í rættlag alt fyri eitt.
Avgjørt verður tí, at allar vantandi fráboðanir skulu verða okkum í hendi seinast 7 dagar eftir dagfesting av hesum skrivi. Annars verða málini beint til fútan og kann væntast, at málið verður revsað við bót, smbr. § 10 í áðurnevndu kunngerð. Samstundis verður varskógvað, at framyvir verða brot uttan ávaring beint til Føroya Landfúta.
Reglurnar um fráboðanarskyldu í umrøddu kunngerð eru lýstar niðanfyri:
Reglur fyri føroyskar landingar
§ 6. Tey í Føroyum, sum keypa fisk ella fiskavøru í fyrsta liði, skulu senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um avreiðingina, herundir um prís fyri veiðina, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir og skulu sendast í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin ella fiskavøran er keypt.
Reglur fyri útlendskar landingar
§ 7. Tá fiskur ella fiskavøra frá fiski, veidd av fiskiførum undir føroyskum flaggi, verður seld í fyrsta liði til keypara uttanlands, skal eigarin av fiskifarinum senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um avreiðingina, herundir um prís fyri veiðina, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir, og skulu sendast í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin ella fiskavøran er seld.
Stk. 2. Eigarin av fiskifarinum skal eisini, í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin ella fiskavøran er seld, senda Fiskiveiðieftirlitinum skjal við kravdu upplýsingunum um avreiðingina sbrt. stk. 1, sum er váttað við undirskrift frá keypara uttanlands.