29.06.2012 kl. 14.25
Skriva út
Fráboðan um landing
Tann 1. Juli 2012 kemur Kunngerð nr. 67 frá 16. mai 2012 um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum í gildi.Fiskiveiðieftirlitið hevur í hesum sambandi ment eina skipan, soleiðis at til ber at senda SMS-boð til Fiskiveiðieftirlitið, fyri at boða frá: hvør, hvar og nær landa verður. Tíverri er skipanin við at senda um heimasíðuna okkara fve.fo ikki liðug enn, men vónandi gongur ikki ov lang tíð til hendan skipanin virkar.
Til ber at fara undir “Fráboðan” og velja “Fráboðan um landing” fyri at síggja framgangsmátan, tá boða verður frá við SMS-boðum.
§5. Í omanfyri nevndu kunngerð er um Fráboðan og landingar, (endurgivið niðanfyri).
Fráboðan um landingar
§ 5. Skiparin ella bátsformaðurin á fiskifari undir føroyskum flaggi, ella fiskifari undir fremmandum flaggi, sum landar fisk ella fiskavøru á landi í Føroyum, ella á føroysku landleiðunum, skal, í seinasta lagi 6 tímar áðrenn fiskurin ella fiskavøran verður landað, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, nær og hvar landað verður. Er talan um fiskifør, sum eru úti styttri enn 24 tímar, skal fráboðanin sendast Fiskiveiðieftirlitinum í seinasta lagi 3 tímar áðrenn, fiskurin ella fiskavøran verður landað. Fráboðanin skal sendast Fiskiveiðieftirlitinum umvegis heimasíðuna www.fve.fo ella umvegis SMS. Undantiknir fráboðanarkravinum eru útróðrarbátar í bólki 5.
Stk. 2. Tá fiskur ella fiskavøra frá fiski, veidd av fiskiførum undir føroyskum flaggi, verður landað uttanlands, skal skiparin senda upplýsingar um hetta til Fiskiveiðieftirlitið. Upplýsast skal, nær og hvar fiskurin ella fiskavøran verður landað, umframt veiðinøgdina greinað á fiskaslag, sum ætlanin er at avreiða uttanlands. Fráboðanin skal sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir í seinasta lagi 1 tíma eftir, at farið er at sigla, ella í seinasta lagi 12 tímar áðrenn komið verður í landingarhavnina uttanlands.