21.02.2012 kl. 15.45
Skriva út

Fráðboðan um ungfisk til Fiskiveiðieftirlitið

Nú skuldi borið til hjá skipum, at sent elektroniska fráboðan um ov nógvan ungfisk til Fiskiveiðieftirlitið.
Um farið verður ínn á heimasíðuna hjá Fiskiveiðieftirlitinum (forsíðuna) www.fve.fo, skal klikkjast á knøttin “Fráboða ungfisk”.
Tá ið tað er gjørt, er klárt at innrita skipið. Tá ið innritað er, sæst ein onnur mynd. Á hesi skulu teigarnir fyllast út og talvan sendast Fiskiveiðieftirlitinum.