15.08.2013 kl. 15.16
Skriva út
Gera botnkanningar
Brimil ger í hesum døgum botnkanningar millum Føroyar og Hetland,føroysku megin markið.
Botnkanningar verða gjørdar í samband við, at royndarboringar eftir olju skulu gerast. Kanningar verða gjørdar áðrenn byrja verður at bora, og tá liðugt er at bora.
Biofar stendur fyri at gera kanningarnar, og teir brúka Brimil til endamálið. Seks fólk frá Biofar eru við Brimli, umframt umboð frá Statoil í eigur boriloyvi.
Dýpi har kanningarnar verða gjørdar er gott 1000 metrar..
Væntandi verður arbeiði liðugt í vikuskiftinum.