13.02.2014 kl. 17.43
Skriva út
Givnir at leita eftir manni, ið slóð út av Anitu/OW2124, norðanfyri Ytstabanka.
Maðurin, ið slóð út av Anitu er ikki funnin hóast Brimil og Anita hava leitað bæði í gjár og í dag.
Leitingin er steðgað nú tað er vorðið myrkt. Útlitini at finna mannin eru nú sera vánalig, eftir at so long tíð er fráliðin og leitiøkið er vorðið so stórt.
Tað var týskvøldið tann 11. Februar umleið klokkan 19 at maðurin fór fyri borð. Hetta hendi, meðan Anita setti gørn. Anita leitaði at byrja við sjálv. Brimil kom á leiðina morgunin eftir um 9 tíðina.
Eingi onnur skip vóru á leiðini har maðurin slóð út. Av tí at fjarstøðan úr landi var so stór, umleið 180 fjórðingar av flogvøllinum í Vágum, kundi tyrlan ikka vera við í átakinum. Veðrið var sera ringt tað kvøldið, um 20-25 m/s og 6 metur alda. Dagin eftir tann 12. Februar vóru framvegis ring líkindir til leiting.
Avgerð er tikin samráð við reiðaríið hjá Anitu at leitingin er liðug.