31.08.2009 kl. 15.11
Skriva út
Hamranes og Breiðanes mist fiskiloyvið
Partrolararnir, Hamranes og Breiðanes, hava mist fiskiloyvið í fýra vikur. Loyvini eru tikin frá teimum báðum partrolarunum frá 24. august at rokna.Hamranes og Breiðanes hava misti loyvini orsakað av fleiri brotum. Tjaldrið tók fyrst teir báðar bátarnar fyri ólógligan fiskiskap á stongdari leið 8. apríl í ár. Talan var tá um fiskiskap á stongdari leið á Munkagrunninum.
Men longu 21. juni í ár vórðu Hamranes og Breiðanes aftur tiknir fyri ólógligan fiskiskap. Hesa ferð fiskaðu teir á eini leið, sum er stongd fyri trolveiðu alt árið. Haraftrat royndu teir við einum innara posa við smáum meskum heilt niður í 76 mm. Tá teir vórðu tiknir hesa ferð, kvettu teir trolveirarnar fyri at koma leysir av reiðskapinum í eini roynd at fjala lógarbrotið.
Fiskiveiðieftirlitið helt hesi brot vera so álvarslig, at fiskiveiðiloyvini áttu at takast frá Hamranesi og Breiðanesi. Og tað er nú gjørt.