07.03.2011 kl. 11.32
Skriva út
Havborg rokast á Grand Bank
Havborg hevur fiska sløk 350 tons av rækjum eftir 20 døgum.Havborg byrjaði fiskarí tann 12 februar, og eru í dag í Saint Pierre og leggja veiðina upp.
Tann besta dagin fingu teir yvir 30 tons av rækjum.
Saint Pierre eru fronsk oyggj, sum liggur sunnanfyri New Foundland, og er væl kend av føroyingum, sum vóru á Flemish Cap til saltfisk í 1970 -1980 unum.