11.04.2010 kl. 10.10
Skriva út
Hjálparveiting til Norðheim
Uml. Kl 21 í gjárkvøldi boðaði skeljabáturin Norðheim frá at teir fingu ikki dreggini innaftur orsaka av trupuleikum við hydrauliksysteminum.
Teir vóru staddir í Djúpunum.
Á miðnátt var Tjaldrið hjá Norðheim, avrátt var at skipini skuldu fara inn á Funningsfjørð at royna at fáa dreggini inn.
Tjaldrið fekk veiranar frá Norðheim og tók dreggini inn á dekkið, væl av skeljum vóru í.
Tjaldrið kom á Fuglafjørð kl 0330, har alt var koyrt í land.