31.07.2010 kl. 00.17
Skriva út
Hoistvenjing
Tjaldrið og tyrlan hjá Atlantic helekopters hava havt hoistvenjing vestanfyri.
Skipini hjá fiskiveiðieftirlitinum og tyrlan hjá Atlantic hava javnan hoistvenjingar, hetta fyri at tyrlumanningin kann venja seg við at hoista, og eisini fyri at manningarnar á skipunum hjá fve, kunnu venja seg við at verða hivaðir upp í eina tyrlu og verða settir niður aftur á skipsdekkið.
Venjingin í dag gekk sera væl, tríggjir mans frá Tjaldrinum, blivu hoistaðir upp í tyrluna, og síðani settir niður aftur á skipið.
Líkindin til slíka venjing vóru sera góð í dag.