23.04.2011 kl. 20.00
Skriva út
Iosif Shmelkin er ikki á svartalista hjá NAFO.
Í gjár hevði kringvarpið tíðindi um, at russiska skipið Iosif Shmelkin stóð á svartalista hjá NAFO.Svartilistin so nevndi IUU listin hjá Nafo er almennur, og er at síggja á www.nafo.int, og har stendur skipið ikki á.
Tað eru eftirlitsmyndugleikarnir hjá limalondunum í NAFO, sum gera av, um skip koma á svartalista.
Hvussu skip kunnu koma á svartalista "IUU" , kann lesast í reglugerðini fyri NAFO, sum eisini finst á heimasíðuni.