07.03.2014 kl. 10.31
Skriva út
ISAVIA heldur skeið fyri Vørn
Tað hevur í fleiri ár verið tætt samband millum ISAVIA og MRCC Tórshavn. Serliga ein maður, Egill Thordarson, hevur verið nógv í Føroyum, og hevur roynst MRCC Tórshavn ein hollur stuðul.
Og nú í februar hevur verið nógv skeiðsvirksemi. Fyrst fóru 2 menn frá MRCC og Tórshavnradio til Íslands á skeið, og seinni í februar komu tveir mans úr Íslandi til Føroya at hava skeið fyri Vørn í tveir dagar.
Fyrri skeiðsdagurin var týsdagin 25. februar, og seinni var hósdagin 27.februar. Skeiðið snúði seg um samskiftið millum ISAVIA, sum er flogmyndugleikin í Íslandi, og MRCC Tórshavn, serliga um okkurt flogfar kemur í trupulleikar. Tá hevur tað stóran týdning at kenna tey ymsu heitini, sum verða nýtt innan flogferðsluna. Ein leistur er lagdur soleiðis, at umleið helvtin av øllum námssetninginum verður endurtikin hvørt ár.
Skeiðsluttakarar vóru frá MRCC Tórshavn, Tórshavnradio og frá Brimli og Tjaldrinum.
Mikudagin var frídagur og tá varð farið suður á Sandoynna ein túr. Har varð vitja í Søltuvík, á bygdasavninum á Sandi og farið var eisini til Dals.
Fyri tey sum starvast innan bjarging í Føroyum, hevur tað stóran týdning at samstarva við grannalond okkara. Føroyar liggja langt frá grannalondunum í Norðuratlantshavi, og tí er sjálvdan beinleiðis samstarv í bjargingarhøpi. Somikið størri er tørvurin á at luttaka í venjingum og skeiðum saman við starvsfeløgum úr okkara grannalondum.