28.09.2010 kl. 11.26
Skriva út

ISO - góðkenning

Árliga verður skoðan hildin av góðskukervinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Í september vóru tveir mans frá DNV, á vitjan hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Á skrivstovuni, goymsluni og umborð á skipinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum var skoðan av ISO 9001:2000 skipanini.
Hartil var skoðan av ISM skipanini umborð á Tjaldrinum, sum lá við bryggju í Klaksvík.
Skoðanin gekk væl og certifikatini vóru áteknaði.
Teir ið stóðu fyri skoðanini, vóru Lars Hansen (DNV-Ålborg) og Andrass Joensen (DNV-Føroyar)
Fiskiveiðieftirlitið fekk ISO 9001:2000 góðkenning í 2007.
Brimil fekk ISM góðkenning í 2002.
Tjaldrið fekk ISM góðkenning í 2003.