13.04.2012 kl. 09.12
Skriva út

Kappróður

Nú er aftur akuelt hjá róðrafólki at kannað útgerðina í bátinum. Her hugsa vit serlig um bjargingarvestin, ið allir rógvarar skulu hava, - ikki bert liggjandi í bátinum, - men sum teir skulu hava uppi á sær tá teir rógva.
Sambært kunngerð nr. 66 frá 12.06.2008, so kann Fiskiveiðieftirltiðið geva sektaruppskot , um reglurnar ikki vera hildnar..
Fyri ikki at nýta bjargingarvest er sektaruppskoti kr. 1.000,- fyri hvønn persón.
Fyri ikki at hava kumpass er sektaruppskoti kr. 1.500,-.
Fyri ikki at hava pøs/eyskar er sektaruppskoti kr. 40,-.
Fyri ikki at hava radarreflektor er sektaruppskoti kr. 200,-.
Fyri ikki at hava floytu/blásilúður er sektaruppskoti kr. 300,-.

Tí vilja vit heita á allar rógvarar og teir/tey í hava ábyrgd av teimum, um at hava útgerðina í lagi.