29.03.2010 kl. 14.13
Skriva út

Kappróður: Manglandi bjargingarvestar

Í gjárkvøldi kannnaði manning av Tjaldrinum tveir kapparóðrabátar á Havnarvág.

Á tí eina manglaðu 6 róðrarfólk bjargingavest, og á hinum manglaði radarareflektor.

Manglandi bjargingavestur gevur eina bót á 1000 kr fyri hvønn.

Manglandi radarareflektor gevur 200 kr í bót.

Niðanfyri endurgeva vit greinina ,ið vit høvdu her á síðuni tann 29. mars.

Nú er aftur akuelt hjá róðrafólki at kannað útgerðina í bátinum. Her hugsa vit serlig um bjargingarvestin, ið allir rógvarar skulu hava, - ikki bert liggjandi í bátinum, - men sum teir skulu hava uppi á sær, tá teir rógva.
Sambært kunngerð nr. 66 frá 12.06.2008, so kann Fiskiveiðieftirltiðið geva sektaruppskot , um reglurnar ikki vera hildnar..
Fyri ikki at nýta bjargingarvest er sektaruppskoti kr. 1.000,- fyri hvønn persón.
Fyri ikki at hava kumpass er sektaruppskoti kr. 1.500,-.
Fyri ikki at hava pøs/eyskar er sektaruppskoti kr. 40,-.
Fyri ikki at hava radarreflektor er sektaruppskoti kr. 200,-.
Fyri ikki at hava floytu/blásilúður er sektaruppskoti kr. 300,-.

Skipaeftirltið hevur gjørt ein vegleiðing um góðkendar bjargingarvestar umborð á kappróðrarbátum.

Tí vilja vit heita á allar rógvarar og teir/tey í hava ábyrgd av teimum, um at hava útgerðina í lagi.