07.06.2010 kl. 10.39
Skriva út

Kappróður: Manglandi bjargingarvestar

Manningaskifti var á Brimli hósdagin, og tá teir fóru av Havnini, kannaðu teir tveir kappróðrarbátar.
Á tí fyrra bátinum manglaðu 3 av róðrafólkunum bjargingarvestar, hesi sótu ístaðin í rennivestum í líkast nógv bjargingarvestum.
Á seinra bátinum manglaði eitt av róðrafólkinum bjargingarvest, harumframt manglaði radarreflektor.
Tey sum manglaðu bjargingarvest fingu hvør sítt sektaruppskot, meðan bátsformaðurin fekk sektaruppskotið fyri radarreflektorin.

Sektaruppskotið fyri ikki at hava bjargingarvest er kr. 1.000,- og fyri ikki at hava radarreflektor, er sektaruppskiotið kr. 200,-.