05.07.2013 kl. 12.55
Skriva út
Klasvíkingur ein fyrimynd
Klaksvíkingur er ikki bara stinnastir í róðrinum, hann er eisini ein fyrimynd tá ræður um trygd á sjónum.Tjaldrið kannaði Klaksvíking á vánni í Klaksvík, og vóru øll trygdarkrøvini fylgd, aðrir kappróðrarbátar eru eisini kannaðir, og er sum heild er trygdin í lagi.
krøvini til kappróðrarbátar eru hesi:
§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum
góðkendum bjargingar-vesti, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir
vera í bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum kunnu tó áleggja manningini at vera í
vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.
Stk. 3. Felagið, ið báturin rør fyri, skal ansa eftir, at manning, sum ikki er fylt 15 ár, nýtir
bjargingarvest sbrt. stk. 1 og 2.
§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi hava hesa útgerð umborð undir venjing:
1) kumpass,
2) pøs ella eyskar at oysa við,
3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og
4) floytu ella blásilúður.