01.10.2014 kl. 11.59
Skriva út

Kostnaðarmikið illveður hjá Tórshavnradio.

Eina náttina herfyri gekk toran og so illa vildi til, at tað hendi skaði í radioútgerðini hjá Tórshavnradio á Støðlafjalli. Starvsfólkið legði til merkis, at alt var ikki, sum tað skuldi. Og samband fekst ikki við alla útgerðina. Tó var ikki veður at fara niðan á Støðlafjall at kanna hvussu til stóð.
Mánadagin 29. sept var veðrið tó so frægt, at tað var farandi niðan. Tað vísti seg, at allir fýra millumbylgjumóttakarar høvdu fingið skaða, somuleiðis ein stýrieind, ein antennu fordeilari og ein VHF´ur.
Tríggir av teimum fýra MF móttakarunum fingust at koyra jánkasliga aftur, men slett ikki optimalt.
Hetta hevur nógva ávirkan á lurtimøguleikan hjá Tórshavnradio, tí Støðlafjall er høvuðsálitið á millumbylgju. Millumbylgjuútgerð er eisini suðuri á Nakki, men har eru lurtiumstøðurnar versnaðar nógv seinastu árini orsakað av órógvandi óljóði, sum tað ikki hevur eydnast at eyðmerkja.
Ein annar trupulleiki, nú tá ið so nógvir móttakarar eru farnir, er at allir kunnu ikki sendast til umvælingar í senn, tí so liggur Støðlafjall steindeytt, og tað ber slett ikki til.
Mett verður, at umvælingarnar fara at kosta einar 200 túsund krónur.