21.06.2017 kl. 14.32
Skriva út
Kunning til góðkend innvigingarstøð.
Fiskiveiðieftirlitið skal boða frá, at eftirlitið við, nær innvigingarskipanir senda vektarseðlar inn, verður hert.Sambært § 3, stk. 3 í kunngerð nr. 67 frá 16. mai 2012, um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum, skulu ábyrgdarfólkini fyri innvigingarskipanina, senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um landingina, herundir um veiðinøgdina greinað á fiskaslag, sambært krøvum frá Fiskiveiðieftirlitinum. Upplýsingarnar skulu sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetir, og skulu sendast í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina.
Sambært § 10 í nevndu kunngerð verða brot á § 3, stk. 3 revsað við bót.
Tað kemur tíverri alt ov ofta fyri, at vektarseðlar verða sendir seinni enn ásett er.
Innvigingarskipanir, sum ikki senda vektarseðlar til Fiskiveiðieftirlitið til tíðina, kunnu frameftir rokna við, at slík mál verða send Føroya Landfúta til viðgerðar.