17.06.2011 kl. 10.51
Skriva út
Kunning um ávísar treytir til makrelveiðuna 2011.
Nú lóg og kunngerð eru lýst viðvíkjandi makrelveiðuna í 2011, vil Fiskiveiðieftirlitið her kunna um nakrar av høvuðstreytinum, sum eru ásettar til hendan fiskiskap, her eru treytirnar í fiskiloyvunum og móttøkuloyvunum, tó ikki umrøddar.Fiskiskip:
1. Bert fiskiskip sum hava serskilt loyvið at fiska makrel kunnu reka hendan fiskiveiðu.
2. Partroling er loyvd, tó kann bert fiskifør við sama loyvisslag partrola. Hettar merkir at bæði antin skulu fiska av felagskvotu ella av eginkvotu.
3. Fiskiskip, sum ikki hava kvotu av øðrum kvoteraðum fiskasløgum, kunnu ongantíð hava meir enn 5 % hjáveiðu av hesum fiskasløgum fyri hvønn túr. ( Ein túrur endar tá avreitt verður). Tað merkir at skip, ikki mugu hava størri hjáveiðu enn 5 % av øðrum kvoteraðum fiskasløgum fyri hvøja avreiðing.
4. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur má ikki fara upp um 2 % av vektini í hvørjum háli.
5. Veiðan av undirmátsmakreli má ikki vera meir enn 10 %, av vektini fyri túrin. ( Undirmátsmakrelur er undir 30 cm ).
6. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fisk útaftur.
7. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum skal í mesta lagi vera 10 mm, er talan um hol mugu hesi ikki vera meir enn 15 mm í tvørmát.
8. Fiskur má ikki kunna tømast úr tangunum yvirborð.
9. Skip sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at brúka sjálvvirkandi støddarskiljara.
10. Skipið skal fráboða hvørjum fiskiloyvi fiska verður eftir.
Brot á omanfyristandandi reglur ella reglur ásettar í fiskiloyvinum verða revsa við afturtøku av fiskiloyvinum upp til 4 vikur hvørja ferð.
Móttøkuskip:
Móttøkuskip kunnu sambært §§ 35b, stk. 1 og 40, stk. 1 pkt. 3 í Ll. Nr. 28 frá 10 mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, revsast við bót um fiskur sum er fiskaður stríðandi móti reglunum um fiskiskap verður goymdur, fluttur ella viðgjørdur.
Tó kunnu móttakarar av tílíkum nøgdum av veiði ella partar av hesi, sum eru fiska stríðandi ímóti reglunum í stk. 1, ella hvørs innihald ikki er í samsvar við reglur um veiðisamanseting, bera seg undan ábyrgd, við beinanvegin at siga Fiskiveiðieftirlitinum frá og uppgeva metta veiðinøgd og slag og samanseting við navni á tí, sum letur nøgdina, og bústaðir hansara. Fráboðað nøgd av veiði ella partur av hesi skal verða goymd soleiðis, at eftirlit kann fremjast og má ikki verða flutt ella verða viðgjørd uttan samtykki frá Fiskiveiðieftirlitinum.