30.12.2014 kl. 17.28
Skriva út

Kunning um viðgerð av umsóknum um loyvi, at fiska makrel í 2015 og atgongd til ES-sjógv.

Fiskiveiðieftirlitið skal hervið boða frá, at nógvar umsóknir eru komnar um at sleppa í ES-sjógv at fiska. Grundað á ymisk krøv sambært kunngerðini og frá ES-myndugleikum, er ikki gjørligt at hava øll loyvini klár pr. 1. januar 2015.
Fyri at allar umsóknir kunnu viðgerast eins og á nøktandi hátt, og fyri at formligu viðurskiftini við ES eru klár, tá loyvini verða útskrivað, verða loyvini ikki klár at skriva út fyrr enn í aðru viku í januar.