17.06.2009 kl. 09.39
Skriva út

Leiting eftir einum persóni

Tíðindaskriv frá MRCC-Tórshavn
mánadagin, 15. juni kl. 1800


Leita eftir persóni

MRCC-Tórshavn setti í verk umfatandi leiting eftir einari kvinnu, sum var saknað á ferðamannaskipinum Braemer tá tað kom til Tórshavn í morgun. Skipið kom úr Íslandi og kvinnan var seinast sædd umborð sunnukvøldi klokkan 2330

MRCC-støðin bað um hálvgum ellivu tíðina, Brimil, Lív og Tyrluna fara at leita eftir einum av manningini á ferðamannaskipinum Braemer sum var saknaður í morgun, og seinast sædd í ljósabláum uniformi og myrkum dýnujakka klokkan 2330 sunnukvøldi, tá ið skipi var á ferð úr Íslandi til Føroyar.
MRCC-støðin fekk boð klokkan 0918 frá umboðsmanninum hjá ferðamannaskipinum Braemer, um at ein av manningini var saknaður umborð í morgun, tá skipi var komið til bryggju í Tórshavn. Tað var talan um eina Tailendska kvinnu sum var ein av manningini á Braemer. MRCC setti seg beinanvegin í samband við Brimil, Lív og Tyrluna, fyri at teir skuldu gera seg klárar til leiting. Klokkan 1020 fekk MRCC positiónirnar av ferðaleiðini hjá Braemer, frá har kvinnan seinast var sædd og til Tórshavn, síðani var leitingararbeiði set í gongd.
Brimil byrjaði vestanfyri Mykines og leitaði vestureftir til har Braemer var tá ið persónurin seinast var sæddur. Tyrlan byrjaði í Skopunarfirði og leitaði vestur á somu positión har persónurin seinast var sæddur og Lív byrjaði í Nólsoyarfirði og síðani í Skopunarfirði, Hestfirði, Vágafirði og vestanfyri Sandoynna. Onnur skip í økinum høvdu eisini útkikk eftir persóninum.
Av tí at persónurin var ílatin í vanlig klæðir, gjørdist vónirnar fyri at finna persónin á lívi minni sum dagurin leið. Leitingin helt áfram til klokkan 1800, tá avgjørt var at steðga leitingini. Tíggju tímar vóru farnir síðan skipið var við bryggju í Tórshavn og átjan tímar vóru farnir síðan persónurin var sæddur seinast. Tá vóru ongar vónir fyri at finna persónin á lívi. Av tí at leitiøkið er hundrað fjórðingar langt, er heldur ikki vónir um at finna persónin. Klokkan 1600 fór Braemer avstað aftur úr Tórshavn á veg til Skotland.






Vinalig heilsan
Robert Jørgen Olsen, leiðari MRCC Tórshavn
Tel.: 35 13 02