11.10.2009 kl. 13.24
Skriva út

Leiting eystanfyri

Tann 10 oktober 2009 klokkan 1043 UTC fekk MRCC Tórshavn boð frá Triton, sum var staddur eystan fyri Sandoynna, um eitt neyðarkall á VHF kanal 16. Neyðarkallið var peilað í ein norðan.

Leiting var sett í verk alt fyri eitt. Leitað varð í einum øki frá Sandoynni til Svínoynna.
Leitandi eindir vórðu: Triton, Rescue-Lív, Freyr, Atlantic 21 og tyrlurnar LYNX og SR.

Einki bleiv funnið. Heldur ikki var nøkur fráboðan um nakran saknaðan komin.
Kl. 1441 UTC bleiv leitingin steðgað.