26.08.2011 kl. 14.21
Skriva út

Lítið av Kongafiski norðanfyri

Í løtuni royna 2 føroysk skip í altjóða sjógvi norðanfyri eftir kongafiski, tey eru Vesturvón og Enniberg.
Fiskiskapurin hevur ligið millum 10 og 20 tons uppá dagin.
Fiskiskapurin er reguleraður av NEAFC, og er hetta ein felagskvota uppá 7900 tons.
Fiskiskapurin er skipaður eftir tí sokallaða "Olympiska systeminum", hetta merkir, at tann sum raskastur er at fiska, fær mest burturúr.
NEAFC steðgar fiskiskapinum tá heildarkvotan er uppfiska.