05.01.2015 kl. 17.09
Skriva út
Lutakast avlýst
Vørn boðar frá, at fundur hevur verið í dag millum Fiskimálaráðið og stovnin.Fiskimálaráðið boðaði frá, at teksturin í kunngerð um skipan av makrelfiskiskapinum við føroyskum fiskiførum, sum snýr seg um atgongd at fiska í ES-sjógvi verður broyttur.
Vørn hevur tí gjørt av, at bíða við viðgerðini av umsóknunum um atgongd, til kunngerðarbroytingin er lýst.
Hetta merkir samstundis, at fráboðaða lutakastið, ið haldast skuldi á skrivstovuni hjá Vørn tann 6. januar kl. 14, er avlýst.