08.08.2024 kl. 12.00
Skriva út

Lutakast til atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi í 2024

Lutakast var í gjár á Vørn um raðfylgjuna at fiska makrel í norskum sjógvi í 2024.

Í mesta lagi 12 skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi í senn.

 

Tey 12 fyrst drignu skipini fáa tilsøgn um at fara til fiskiskap í norskum sjógvi. Tilsøgnin er galdandi í 24 tímar, og fara skipini ikki til fiskiskap innan hesa freist, fáa fylgjandi skipini á listanum tilsøgn um at fara til fiskiskap.

 

Raðfylgjan við lutakastið bleiv fylgjandi:

  1. Ran
  2. Gamli Jupiter
  3. Hoyvík
  4. Katrin Jóhanna
  5. Norðingur
  6. Norðfinnur
  7. Norðborg
  8. Borgarin
  9. Vestmenningur
  10. Jupiter
  11. Vesturvarði
  12. Tróndur í Gøtu
  13. Birita
  14. Gøtunes
  15. Fagraberg
  16. Christian í Grótinum
  17. Tummas T
  18. Eysturbúgvin
  19. Vesturbúgvin
  20. Arctic Voyager
  21. Ango