23.06.2010 kl. 07.47
Skriva út

Maður fekk skaða

Tá Brimil í gjárskvøldi umleið kl. 2200, skuldi fara av Runavík, hendi eitt óhapp. Ein av dekkarunum var so óheppin at blíva fastur millum ein veir til landgangin og lúnningina. Maðurin bleiv beinanvegin sendir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Maðurin bleiv liggjandi á Landssjúkrahúsinum til observatión, men hevur tað annars gott.