19.06.2011 kl. 13.23
Skriva út
Makrelveiða
Nú fiskiskapurin av felags makrelkvotuni skjótt byrjar, kunnu hesi skip fáa ein stóran trupuleika , tí tey bert hava loyvi at hava eina hjáveiðu av øðrum uppisjóvarfiskasløgum uppá 5 % . Veiðan hjá fiskiførum sum hava fiska uppisjóvarfisk í føroyskum sjógvi seinastu tíðina, hevur størri parturin verið sild.Um vit hyggja eitt sindur nærri at fiskiskapinum, so hevur nøgdin av makreli alsamt verið minkandi, ella tað at nøgdin av sild er nógv størri.
Seinastu dagarnir hava skipini bert fingið millum 25 og 40 % av makreli, restin av veiðuni hevur verið sild. Her er talan um fiskifør, sum hava verið rættuliga víða.
Tó hava russisku trolararnir fingið mestsum reinan makrel, men tá er oftast talan um smærri nøgdir