17.03.2009 kl. 14.01
Skriva út
Minni upsi fiskaðaður í Noregi
Higartil í ár er nógv minni upsi fiskaður í Noregi enn somu tíð í fjør. Sambært FiskeribladetFiskaren hava norsk skip fiskað gott og væl 25.000 tons av upsa hitartil í ár. Somu tíð í fjør var talið uppi á sløkum 43.000 tonsum.Tað eru serliga stóru trolararnir, sum hava fiskað minni upsa í ár. Í fjør høvdu teir fiskað umleið 22.000 tons, men higartil í ár hava teir bara fiskað gott og væl 10.000 tons av upsa.
Annars er samlaða upsakvotan hjá norðmonnum í ár metstór, gott og væl 226.000 tons.
Eisini í Norðsjónum hevur norski upsafiskiskapurin verið nógv lakari higartil í ár samett við somu tíð í fjør.