14.09.2009 kl. 14.45
Skriva út
Mistu fiskiloyvið í eina viku
Seinnapartin fríggjadagin gjørdi dómarin úrskurð í málinum um Vesturskin og Vesturvarða. Eftir at Tjaldrið tók teir báðar partrolararnar fyri ólógligan fiskiskap á eini stongdari leið á Fugloyarbanka, tók Fiskiveiðieftirlitið avgerð at taka fiskiloyvið frá trolarunum í tvær vikur. Haraftrat fingu skipararnir hvør sína bót, og hald varð lagt á veiðuna ogpart av fiskireiðskapinum. Reiðaríið góðtók bøturnar, og at hald varð lagt á veiðu og reiðsskap. Men reiðaríið kærdi avgerðina at taka fiskiloyvið í tvær vikur.
Fríggjadagin gjørdi dómarin so úrskurð í málinum: Skipini mistu veiðuloyvið í eina viku.