24.02.2015 kl. 18.44
Skriva út

"Mýlingur" maskintrupuleikar

Í morgun boðaði línibáturin “Mýlingur” frá, at teir høvdu maskintrupuleikar umleið 10 fjórðingar norður úr Eiðiskolli.
Brimil kom til “Mýling” um miðdagsleitið og sleipaði teir á Klaksvík har skipini komu kl 1600.
Væntandi tekur tað einar tveir dagar at umvæla motorin á “Mýlingi”.

Myndirnar hevur Elias Zachariassen tikið