04.12.2012 kl. 12.58
Skriva út

Mynstring

Mynstring
Í 2012 hevur Fiskiveiðieftirlitið staðfest 260 brot á reglurnar um mynstring. Her er talan um manglandi trygdarskeið, heilsuprógv ella vinnubræv. Fiskiveiðieftirlitið kannar mynstringar tá skip annars verða kannað á fiskifeltunum, og eisini tær mynstringar, sum beinleiðis verða sendar til skrivstovuna.
Sambært § 7, stik. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring, hevur mystringarmynduleikin heimild at gera neyðugar kanningar av mynstringum.
Tað vísir seg alt ov ofta at skip fara úr havn við manning, sum ikki lýkur førleikakrøvini. Fiskiveiðieftirlitið fer tí í vetur undir eitt átak at kanna skip tá mynstra verður, fyri at tryggja at manningarnar lúka lógarinnar krøv til førleika áðrenn loyst verður.