17.09.2008 kl. 13.23
Skriva út
Næmingar á Vinnuháskulanum eru við Brimli
Eins og undanfarin ár, hava næmingar av Vinnuháskúlanum verið umborð á Brimli, har teir hava roynt, at ganga vakt á brúnni, í firðum og sundum, har nógv skipaferðsla er.Dentur verður lagdur á, at venja næmingar við tær siglingarskipanir, ið eru galdandi í teimum ymisku økjunum
Seinastu árini, hevur verið siglt í donskum sjógvi, meðan skipsføraranæmingar hava verið umborð. Teir eru júst nú á heimleið.
Í seinastu viku vóru skiparanæmingar umborð. Teirra sigling fór fram í føroyskum sjógvi.
Her verður serligur dentur lagdur á frálæru í siglingartólum. Haraftrat verða næmingar lærdir, hvussu dagbókin skal skrivast, og annars, hvussu týdningarmikið tað er, at hava kunnleika til øll skipsskjøl, ið til eina og hvørja tíð eru galdandi.
Teirra sigling endar við próvtøku í handfaring av siglingartólum.