08.04.2009 kl. 12.23
Skriva út
Neyðstøðuvenjing hjá Supply Service
Mánadagin skipaði Supply Service í Leirvík, saman við umboðum fyri Fiskiveiðieftirlitið, fyri eini sonevndari neyðstøðuvenjing. Tað er lógarkrav, at skip innan oljuvinnuna hava eina slíka venjing eina ferð árliga.“Set-Uppið” ella gjørda hendingin fór fram í Noregi. Skipið “Eldborg” var farið á land uttan fyri Mongstad stutt eftir klokkan 10.00 mánamorgunin. Ein maður fekk skaða, og varð fluttur í land við tyrlu.
Endamálið við venjingini er at geva skipara, manning og reiðaríði royndir at samankoyra ella samskipa bjargingararbeiðið saman við norskum myndugleikum. Endamálið var eisini at staðfesta, hvussu almenningurin ber seg at í slíkum førum, og hvussu reiðaríðið skal fyrireika seg til, at avvarðandi og onnur ringja fyri at frætta frá einum møguligum óhappi. Og venjingin riggaði sum heild væl.
Á høvuðsskrivstovuni hjá reiðaríðnum í Leirvík vóru millum onnur hesi við í venjingini: Tummas Justinussen, forstjóri, Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, Jóhann Fjalsá, tekniskur leiðiari, Sámal Sivertsen, HSEQ manager, og Tórvild Østerø, Crew manager.
Skipari á Eldborg var Jan Kristoffersen. Undir venjingini sat hann á Fiskiveiðieftirlitinum saman við Jóannes Heimustovu, sum millum annað skuldi umboða norsku bjargingarmyndugleikarnar.
Maskinstjórin var staddur í Noregi.
Skrivstovukvinnur hjá Fiskiveiðieftirlitinum vóru í hesum førum avvarðandi, sum trýstu á reiðaríðið fyri at frætta um óhappið. Umboð fyri fjølmiðlarnar var eisini við í venjingini.
Gott samstarv
Hóast fólk sótu í hvør sínum herðashorni undir venjingini, eydnaðist hon væl. Samstarvið millum skipara, maskinstjóra, norskar myndugleikar og høvuðsskrivstovuna í Leirvík vísti seg at vera gott. Treyðugt so, at okkurt var, sum kann gerast betur, men tað er júst tí slíkar neyðstøðuvenjingar eru kravdar.
Jóannes Heimustovu, samskipari á Fiskiveiðieftirlitinum, var væl nøgdur eftir venjingina.
“Eg haldi, at hetta riggaði heilt væl, og eg kundi hugsað mær, at fleiri reiðaríðir gjørdu líknandi venjingar, sigur Jóannes Heimustovu.
Eisini “skiparin” á Eldborg hendan morgunin, Jan Kristoffersen, var væl nøgdur við venjingina. Og hann skuldi kunna mett um við sínaru bakgrund sum skipari á Brimli í nøkur ár.