30.12.2011 kl. 19.46
Skriva út

Nógv sild á Skálafjørðinum

81 ára gamli Jógvan Ingvard Olsen og abbasonurin Jógvan úr Fuglafirið settu 2 gørn í skýmingini í gjárkvøldi.
Gørnini vóru sett nakað úr landi, út fyri Tofta bygd, so ikki var langt at stima.
Í lýsingini í morgun fóru teir aftur at draga, og nógv var í, Jógvan Ingvard metti, at veiðan var um 1000 pund av góðari sild.
Tikið verður burturúr í bátahylinum á Toftum, og høvdu abbin og abbasonurin góða hjálp frá Anfinni at taka burturúr.
Jógvan Ingvard leggur afturat, at onkuntíð hevur verði nógv sild á Skálafjørðinum, tá Nykur opnaði í 1969, var ein triðingur av tí sum tikið bleiv ímóti sild av Skálafjørðinum, umleið 500 tons.