01.06.2010 kl. 21.48
Skriva út

Norskt skip rok fiskiskap í Føroyskum sjógvi

Manningin á Brimli var í morgun umborð á norska línubátinum M-10-SA Fiskenes, teir vóru tá staddir á kontrollpunktinum BRAVO, á veg heim við fullari last av djúpvatnsfiski, meginparturin var longa og brosma.

Fiskenes kom í føroyskan sjógv tann 21.04.2010 og endaði fiskaríið tann 01.06.2010. Skiparin letur heilt væl av túrinum og sigur at hetta er fyrsti ferð at so nógvur fiskur er í skipinum. Tað vóru 13 mans mynstraður harav tveir føroyingar.