20.11.2015 kl. 12.05
Skriva út

Nú er eingin MF-sendari tøkur

Sum áður greitt frá, so hevur støðan verið sera vánalig viðvíkjandi MF-sendarunum hjá Tórshavnradio. Upprunaliga vóru 4 MF-sendarar uppi á Varða, men meginpartin av hesum árinum hevur bert ein verið eftir. Hann varð so settur sum DSC-sendari, so Tórshavnradio kundi kvitta fyri einum møguligum DSC-neyðarkalli. Tøkniliga avleiðingin av hesum varð so, at nú var ikki longur møguligt hjá Tórshavnradio at tosa á MF, men bert at kvitta á DSC.
Støðan var so hættislig, at tað í skundi bleiv játtað ein millión kr til at keypa ein MF-sendara afturat, so tað aftur kundi gerast møguligt hjá Tórshavnradio at tosa við skip yvir MF.
Hesin sendari kemur til landið í næstu framtíð. Og tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at sama dag, sum boðini komu um at nýggi sendarin kemur fyrst í næstu viku, kom hóttafall á tann gamla sendaran.
Roynt varð við lívbjargandi fyrstuhjálp, men har var einki at gera. Eykalutir skaffast ikki, so nú er støðan tann, at eingin MF-sendari er tøkur. Tórshavnradio hevur tó MF móttakarar, so møguleikarnir at móttaka eru teir somu sum áður.
Tann nýggi sendarin kemur, sum áður sagt, fyrst í næstu viku og verður eftir ætlan settur upp í viku 49. Hann kann ikki uttan broytingar setast sum DSC-sendari. Men veitarin er nú farin í holt við at kanna hvat krevst fyri at fáa hendan sendaran at virka sum DSC-sendara, tí Vørn MRCC metir framvegis, at um bert ein sendari er tøkur, so eigur hann at vera settur sum DSC-sendari, tí so kann kvittast fyri einum møguligum DSC-neyðarkalli, og tað er sera týdningarmikið.
Hvat er so at gera ? Støðan á MF-økinum er nú hættislig. Avtalað er við vaktarskipini um at kvitta vegna Tórshavnradio, um nakað skuldi verið áfatt. Men treytin er sjálvsagt, at tey eisini hava móttikið DSC-signalið. Hava tey ikki tað, ber ikki til at kvitta. Eisini er avtalað við skipini um at samskifta á MF, gerst tað neyðugt. Tá veitarin er komin við upplýsingum um hvat krevst fyri at fáa sendaran at virka sum DSC-sendari, er ætlanin at fáa hetta gjørt sum skjótast. Men hetta er sjálvandi treytað av, at fíggjarlig orka er til eykaútgerð og uppsetan. Livst so spyrst.

Skrivað hevur eb