03.03.2025 kl. 12.00
Skriva út
Nýggjur deildarstjóri settur á MRCC / Neyð - & Trygdartænastuni
Í januar 2025 bleiv søkt eftir nýggjum deildarstjóra til MRCC.
Henda tilgongd er nú liðug.
Elias Zachariassen er settur sum nýggjur deildarstjóri á MRCC.
Hann er 50 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Vinnuháskúlanum í 2001, og í løtuni í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu á Glasi. Harumframt hevur Elias m.a. prógv sum vinnukavari, slangukavari og On Scene Coordinator, umframt Maritim Miljøuddannelse for teknikere, frá donsku sjóverjuni.
Elias hevur verið í starvi sum yvirmaður á skipunum hjá Vørn síðan 2002, harav sum yvirstýrimaður síðan 2008 og skipari síðan 2019.
Elias byrjar í starvinum 1. Mai 2025.
Hann avloysir Edvard Bjarnason, ið hevur verði deildarstjóri síðani 2012.