Oljugirðingin kring Athenu tænti sínum endamáli
Í samband við at tryggja umhvørvið eftir at eldur var fráboðaður umborð á trolaranaum Athena, bleiv oljuforðingin, sum Fiskiveiðieftirlitið eigur, løgd út kring Athenu av vaktarskipinum Brimil.
Oljugirðingin er av merkinum Roulunds, er í tveimum eindum, hvar hvør eind er 200 metur long og 1,5 metur høg. Oljugirðingin er fleiri ferðir brúkt í samband við óhapp har olja lekur á sjógv.
Mánadagin var oljugirðingin sett út kring Athenu, um tað skuld hent at olja fór at leka úr skipinum.
Fríggjamorgunin, tá sjógvur bleiv pumpaður úr Athenu, eftir at hon var farin at takað sjógv inn, bleiv samstundis nógv olja pumpa á sjógv. Sløkkiliðismenn hava tikið umleið 10000 litra av olju upp innan fyri oljugirðingin.
Sigast má at oljugirðingin veruliga hevur tænt sínum endamáli.