27.01.2012 kl. 20.41
Skriva út

Partrolarar mist fiskiloyvið í 10 dagar

Alt ov nógvur ungfiskur var orrsøkin til, at tveir partrolarar, mistu fiskiloyvið í 10 dagar.
Í morgun kl. 6, fór manningin á Brimli, undir at kannað tveir partrolarar, sum landaðu í Suðri, kanningin vísti, at onkran dag vóru yvir 50% av veiðuni upsi undir 55 cm., hægst loyvda markið er 30% í tali.
Skipini høvdu verði úti í 7 dagar, og høvdu tey ávíkavist 2 og 3 dagar veiðu yvir 30% av ungfiski.
í gjár stongdi Fiskiveiðieftirlitið eitt øki í eystara kanti av Sandoyarbankanum fyri ungfisk.