29.06.2016 kl. 10.24
Skriva út

Rættað starvslýsing eftir 2.meistara

Orsaka av, at vinnubrævið ”skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ikki verður útskrivað longur, verður lýsingin rættað, og kravið er tí “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”.

2. meistari til Vørn-Fiskiveiðieftirlitið
Eitt starv sum 2. meistari við skipunum hjá Vørn-FVE verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra.
• Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
• Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan.
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum “skipsmaskinmeistari á 2. stigi” ella maskinmeistari við 3 ára útbúgving og vinnubræv sum “vakthavandi maskinyvirmaður”.
• Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
• Góð samstarvsevni.
• Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur men ikki krav.

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 2.meistari.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 07. juli 2016 kl. 1200.

Umsóknir skulu sendast til : journal@vorn.fo ella

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo