24.11.2011 kl. 19.25
Skriva út

Reynsatindur einsamalt fiskiskip í føroyskum sjógvi, nú illveðri herjar.

Tey flestu skipini eru komin inn, Bakur, Stelkur og Klakkur eru á veg inn, tað einasta skipið, sum er ikki kom inn, er Reynsatindur, hann liggur vestur móti Íslendska markinum.
Ågot liggur undir Shetlandi og krokar, Suðringur er í Scrabster, Næraberg í Írlandi, og Vesturland er í norskum sjógvi.
Skipini á fjarleiðum.
Rækjuskipini: Arctic Viking er norðasta føroyska skipi, heilt norðuri á 81°20’, hini rækjuskipini eru Havborg sum liggur inni í norður Norra og Sermilik sum er inni í Svalbard.
Flakatrolarinir: Enniberg er í russiskum sjógvi, og Gadus er eystanfyri Bjarnoynna og Ran er á Flemish Cap.
Tað syðsta føroyska skipið er Phoenix, sum er á Búrfiskaveiðu norðan fyri Assorurnar.