03.09.2009 kl. 16.30
Skriva út

Russar selja nú í Russlandi

Í norsku fiskivinnuni fegnast tey um, at russar eru farnir at selja tosk og hýsu í Russlandi. Tað hava russar gjørt, síðan kostnaðurin á hýsu og toski lækkaði nógv í Noregi.
- Hetta eru góð tíðindi hjá norskum fiskimonnum, framleiðarum og útflytarum. Hetta merkir nevniliga, at eftirspurningurin økist, og tað hjálpir upp á marknaðarútlitini, skrivar FiskeribladetFiskaren í dag.
Eitt gott tekin er, at kostnaðurin á frystum toski millum 2,5 og 4 kilo nú táttar í 20 krónur. Hetta er fyrstu ferð, at frystur toskur hevur betri prís enn feski toskurin, síðan fíggjarkreppan byrjaði. Tað skrivar also FiskeribladetFiskaren.