15.09.2009 kl. 11.36
Skriva út
SAR Føroyar
Leiting og bjarging
Føroya Landsstýri yvirtók ábyrgdina av bjargingaruppgávuni í føroyskum sjóøki frá Danmark 02. apríl 2002.
Eftir yvirtøkuna av SAR uppgávuni í føroyskum sjóøki, bleiv uppgávan at uppbyggja SAR- tilbúgvingina, løgd undir Fiskimálaráðið.
02. apríl 2002 varð stovnað ein MRCC-støð saman við Tórshavnradio til samskifti og samskipan av SAR uppgávunum.
Tilbúgving
Tann borgarliga økistilbúgvingin í Føroyum, bleiv yvirtikin av Føroya Landsstýrið frá Danmark 01. januar 2007 og løgd undir Fiskimálaráðið.
Umhvørvistilbúgvingin bleiv løgd undir Innlendismálaráðið.
Dálkingartilbúgvingin í føroyskum sjóøki er undir uppbygging undir Innlendismálaráðnum
Samstarvsavtalur
MRCC hevur gjørt samstarvsavtalur við Fiskiveiðieftirlitið, Færøernes Kommando, Atlantic Helicopters og tey sjálvbodnu bjargingarfeløgini, til tann praktiska partin av SAR-átøkunum í tí føroyska ábyrgdarøkinum.
MRCC Tórshavn hevur eisini gjørt samstarvsavtalur í samband við SAR-átøk, tvørtur um sjóøkismørkini millum Føroyar - Ísland og Føroyar – Stórabretland. Avtalan við ARCC Reykjavík er frá 31. januar 2006 og MRCC Aberdeen frá 08. mai 2007. .
Fyrireikingartíð
Tá ið MRCC/TR kalla út eindir, so sum Atlantic Helicopters, skipini hjá Fiskiveiðueftirlitinum, Bjargingarfeløg og Færøernes Kommando, hava teir eina fyrireikingartíð.
Atlantic Helicopters hevur vanliga ein tíma, frá tí teir fáa boð, til teir fara á flog. Henda fyrireikingartíðin er, tí at tyrlumanningin skal tilkallast og so skal tyrlan gerast startklár, sum hevur við sær startmannagongdir sum taka tíð. Um tyrlan er í brúk, er fyrireikingartíðin styttri.
Bátarnir hjá Bjargingarfeløgunum hava vanliga ein hálvan tíma, frá tí teir verða tilkallaðir, til teir eru klárir at fara. Henda fyrireikingartíðin er, tí bátarnir skulu mannast við sjálvbodnari, óløntari manning, sum antin fara úr songini, ella eru til arbeiðis. Oftast er fyrireikingartíðin styttri.
Skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum og Færøernes Kommando eru altíð tøk, men kunnu vera langt av leið frá, har tað er brúk fyri teimum.
NAVTEX
Føroyar hava fingið tillutað NAVTEX tænastuøkið D.
Tilbúgvingarstovnur Føroya hevur keypt og uppsett eina NAVTEX sendistøð. Støðin sendir fjórða hvønn tíma, NAVTEX-ávaringar og kunning til skip og bátar, fyri tað Føroyska sjóøkið.
VHF og AIS Neti
VHF-útbreiðslan í Føroyum hevur ikki verið nøktandi. Tí varð samtykt 12. mai 2007 at uppseta fýra nýggjar VHF- støðir fyri at bøta um hetta. Samstundis bleiv samtykt at uppseta átta AIS-støðir saman við VHF-støðunum.
Ein nýggj VHF støð er sett upp á Eiðiskolli, ein á Slættafjalli á Kalsoynni, ein á Hálsi oman fyri Klaksvík og ein á Støðlafjalli. Byrja var at seta upp hesar VHF-støðir á sumri 2008, og ætlanin er at arbeiðið skal verða liðugt í ár.
Tá ið arbeiðið er liðugt, verður VHF- og AIS-útbreiðslan betur.