16.06.2010 kl. 09.56
Skriva út
Sjógvur í maskinrúminum
Týskvøldið fekk “Brimil” boð frá trolbátinum “Norðleivur”, at teir høvdu fingið sjógv í maskinrúmið.“Brimil” sigldi til “Norðleivur”, har manning frá “Brimilli” fór umborð við pumpum.
Tá “Norðleivur” var lensaður, sigldi hann sjálvur til Leirvíkar, har brekið blívur umvælt.